«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Samband
Tel. 302580
Fax. 310467
Teldupostur: kom@skulin.fo

Lærarastovan í Tórsgøtu
Tel. 302584

Lærarastovan í Kongagøtu
Tel. 302029

 

Skúlin

Skúlin varð vígdur 2. september 1956. Kommunuskúlin var tann fyrsti av teimum stóru skúlunum, sum bygdir vóru í Føroyum. Hann er ein av kendastu bygningunum í Havnini. Heilt serlig eru listaverkini í skúlahøllini og eystanfyri á skúlanum. Í skúlaskálanum er evnið Sjúrðarkvæðini. Stóri málningurin er av Sjúrði í bardaga við ormin, og á bróstunum hanga myndir úr sama kvæði. Málað hevur William Heinesen. Skálin verður m.a. nógv nýttur av kórunum í býnum. 

Á skúlanum eystanfyri er stór høggmynd av gomlum manni, sum situr undir børnum og sigur frá. Myndin bindur saman ættarliðini, arvurin verður borin longri fram. Janus Kamban hevur høgt myndina, sum man vera ein tann størsta í Føroyum. Til vígsluna yrkti Heðin Brú kantatuna Fedranna tala.

Innskúlingin, 1-3.fl., heldur til í nýggja Skúlanum í Kongagøtu, sum varð tikin í brúk í august 2005. Í barakkunum við Sjónleikarhúsið eru 4 skúlastovur, í barakkini á horninum við Tróndargøtu og Kongagøtu eru 2 serstovur, køkur og handarbeiðsstova. Realskúlin er nýumvældur og verður nú burturav nýttur til lærararúm, skrivstovur, umsiting og leiðslu. Umleið 90 tekningar frá næmingum skúlans í fimmti árunum verða framsýndar í Realskúlanum. Jacob M. Kjeld var lærari í tekning, hann arbeiddi í Realskúlanum frá 1935 til 1965. Framsýningin hevur verið sýnd fram ymsa staðni uttanlands og hevur vunnið fleiri virðislønir. 

Í skúlanum ganga næmingar úr 1. upp í 9. flokk. Skúlaárið 2009/10 ganga 491 næmingar í tilsamans 26 flokkum í Tórshavnar Kommunuskúla. Lærararnir eru 50.