Føstulávintshald í Argja Skúla

Tað var ein litfagur skari, sum møtti upp í skúlanum í morgun. Har vóru grýlur av alskyns slag, robottar,  prinsessur, prestar, terningar, trøll osfr. Um níggjutíðina varð farið at sláa tunnu. Tá ið tunnurnar vóru niðurbardar, var farið upp á gólv. Føstulávintshaldið endaði við, at kattadrotningarnar og kattakongarnir fingu krúnu á høvdið í Skálanum. Eisini blivu vakrasta, festligasta, óhugnaligasta og nakrar kular grýlur kosnar. Hesi fingu diplom og ein bommpakka.