«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Samband
Tel. 302580
Fax. 310467
Teldupostur: kom@skulin.fo

Lærarastovan í Tórsgøtu
Tel. 302584

Lærarastovan í Kongagøtu
Tel. 302029

 

Heilsufrøðingurin

Heilsufrøðingatænastan
Tórsgøta 25
FO-100 Tórshavn
Tlf.: 302586 Fartlf.: 562356

Opið er:
kl. 08.00 - 16.00 mánadag, týsdag og hósdag

Skúlalæknin: Eingin skúlalækni er í Suðurstreymoy.

 
Heilsufrøðingur: Bjørghild Djurhuus
teldupostaddressa: bjoerghild.djurhuus@skulin.fo

Heilsufrøðingurin sær næmingarnar eina ferð um árið.
Hon skal kanna sjónina, hædd og vekt á hvørjum ári, hoyrn og litsans í 1. og 7. flokki. Eisini tosar hon við næmingarnar um eitthvørt, sum hevur við heilsuna at gera. Tað kann vera í flokkinum, í smærri bólkum ella nakrar næmingar saman.

Foreldur og næmingar: Næmingar og foreldur eru vælkomin at spyrja um heilsu, trivna, menning, fyribyrging o.a. Allir spurningar verða viðgjørdir í trúnaði. Eisini kann avtala verða gjørd um samstarv við aðrar yrkisbólkar, t.d. lærarar, læknar, sosialráðgevarar ella onnur.

Spurningar: Stríðist tú við eitthvørt, so kom og latum okkum práta saman. Viðhvørt er tað nóg mikið, um tað ikki er, so skal eg royna at hjálpa tær.

  • Hevur tú ilt nakrastaðni?
  • Ert tú ov feit/ur ella ov kløn/klænur?
  • Eru foreldrini farin hvørt frá øðrum?
  • Verður tú argað/ur? Hevur tú fingið drong/gentu?
  • Hevur tú spurningar í sambandi við tað?
  • Ger nakar seg inn á teg, kroppsliga, kynsliga ella sálarliga?