«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Samband
Tel. 302580
Fax. 310467
Teldupostur: kom@skulin.fo

Lærarastovan í Tórsgøtu
Tel. 302584

Lærarastovan í Kongagøtu
Tel. 302029

 

Skúlavegleiðarin

Skúlavegleiðari: Jón Kragesteen
Tórsgøta 25
FO-100 Tórshavn
Tlf.: 220449
jon.kragesteen@skulin.fo

 

  • Skúlavegleiðingin
  • Stevnumið
  • Endamál
  • Samrøður við skúlavegleiðaran
  • Starvsvenjing
  • Útbúgvingar- og vinnulívskunning
  • Samstarv

 

Skúlavegleiðingin fevnir um trý høvuðsevni:

  1. Tann vegleiðandi samrøðan
  2. Starvsvenjingin
  3. Útbúgvingar- og vinnulívskunning

Stevnumið skúlavegleiðingar Tórshavnar Kommunuskúla

Stevnumiðið er – í samstarvi við næming, foreldur, skúlastýrið og ikki minst lærarar og leiðslu -  at røkja og fremja tær ávísingar, sum eru kunngjørdar í § 24 í fólkaskúlalógini (Løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 26. mai 2011). Sí kunngerðina her:
Kunngerð nr. 69 frá 9. Juni 2010 um skúlavegleiðing 


Endamál skúlavegleiðingar Tórshavnar Kommunuskúla

-         at næmingurin við persónligari ráðgeving og vegleiðing ásannar egnar vónir og fyritreytir og verður førur fyri at gera sína egnu útbúgvingarætlan

-         at næmingurin fær møguleika at betra um sítt útbúgvingar- og vinnuval og skilir valið, sum eitt rað av avgerðum, sum verða tiknar undir egnum fyritreytum, tørvi, hugburði og samfelagsligum fortreytum.

-         at næmingurin ognar sær vitan um útbúgvingar- og vinnumøguleikar og fær kunnleika til virði í at fremja eina útbúgving

Fyri at røkka stevnumiði og endamáli er tann persónliga vegleiðandi samrøðan tað týdningarmesta amboðið, tó eru nýggjasta upplýsingartilfar og teldutøkni neyðug hjálparamboð í royndunum at hjálpa næminginum at taka støðu á so skikkaðum grundarlagi sum møguligt.

Roynt verður, at undirvísingarinnihaldið, tann vegleiðandi samrøðan, starvsvenjingin og útbúgvingar- og vinnulívskunningin røkkur endamálsorðingini.

 

Samrøður við skúlavegleiðaran
Samrøðurnar eru ein partur av tí vegleiðing, sum skal verða grund undir valinum av komandi útbúgving. Samrøðurnar gera møguliga sítt til, at hvør einstakur næmingur fær hug at kunna seg við onkran skúla, arbeiði ella útbúgving, sum skúlavegleiðarin síðani kann fáa hendur á tilfari um. Undan samrøðuni fáa næmingar eitt samrøðublað við ymsum spurningum, sum næmingar og foreldur svara í felag.

Næmingar í 7.-9. flokk
skulu til persónliga samrøðu við skúlavegleiðaran eina ferð árliga, og samrøðurnar verða havdar í skúlatíðini og byggja á samrøðuskjal. Sí her

Í 7. flokki
verður tosað um at styrkja sjálvsálitið, soleiðis at næmingurin saman við foreldrum, lærara og vegleiðara seta hesar spurningar:

  • Hvørji eru áhugamál míni?
  • Hvørjir eru framtíðardreymar mínir?
  • Hvat dugi eg væl?
  • Hvat skal eg?
  • Hvørjar vallærugreinir velji eg?
  • Skal eg hava týskt?
  • Hvussu trívist eg?

Á hesum floksstigi verður ikki arbeitt beinleiðis við útbúgvingarætlanum!

Í 8. og 9. flokki
verður hildið fram við samrøðuni frá 7. flokki, men tá verður hugsað meira um útbúgving eftir fólkaskúlan.

Samrøðublaðið, sum verður nýtt í 8. flokki, sæst her
Samrøðublaðið, sum verður nýtt í 9. flokki, sæst her

Starvsvenjing
9. og 10. flokkarnir fara í starvsvenjing 2 vikur í hvørjum skúlaári. Næmingarnir fáa kunning um starvsvenjing og spurnarlepi til starvslæruskeiðið, sum teir skriva saman við foreldrunum, og eftir førimuni verða ynskini gingin á møti.

Í 10. flokki eigur næmingurin at velja annað yrki og starvsvenjingarpláss enn í 9. flokki.

Skúlin setur seg í samband við arbeiðsplássini um at fáa næmingar í starvsvenju. Undantøk kunnu tó gevast; men má hetta verða avtalað við skúlavegleiðaran.

Tá ið næmingurin fer í starvsvenjing, fær hann ein "minn meg á seðil".

Næmingurin avleverar eitt skriv til starvsvenjingarplássið, har skúlin biður um, at næmingaummælið verður sent aftur.

Í starvsvenjingartíðini skal næmingurin skriva dagbók, sum skal nýtast sum grundarlag fyri eini frágreiðing um praktikktíðina at lata inn til føroysktlæraran og skúlavegleiðaran. 
Tak hetta skjalið niður: Vegleiðing um skrivligu uppgávuna um praktikkina.doc  

Útbúgvingar- og vinnulívskunning

7. flokkur
Komandi 8. flokkar verða bodnir til fund í januar um val av vallærugreinum, har innkrivingarblað og lærugreinaval skulu verða latin inn.

7. flokki er evnisvika í Útbúgvingar- og vinnulívskunning, tí tað er týdningarmikið, at næmingarnir í skúlatíðini fáa kunnleika til fjølbroyttar útbúgvingar- og vinnumøguleikar, at skúlin fer út á arbeiðsmarknaðin, og at arbeiðsmarknaðurin kemur inn í skúlan, nakað sum m.a. kann gerast veruleiki í samstarvi við foreldrini. Tey verða spurd, um tey hava møguleika at rætta skúlanum eina hjálpandi hond í evnisvikuni við antin at koma á skúlan og fortelja um teirra arbeiði og útbúgving, ella um næmingarnir hava møguleika fyri at koma á vitjan á teirra arbeiðsplássi. Næmingarnir fáa tí útfyllingarblaðið evnisvika" við heim umleið 1. mai til foreldrini at útfylla, og endaliga vikuætlanin verður gjørd av flokslæraranum og skúlavegleiðaranum.


9. flokkarnir
hava Útbúgvningar- og vinnulívskunning. Her verða vegleiðarar frá Miðnámsskúlunum bodnir at kunna um teirra útbúgvingarmøguleikar – T.e. SIT, Handilsskúlin, Føroya Studentaskúli & HF-skeið og Fiskivinnuskúlin Í Útbúgvningar- og vinnulívskunning verður eisini greitt frá, hvussu starvsvenjingin verður skipað og tilmeldingarblaðnum til Miðnámsútbúgvingarnar. Viðvíkjandi kunning um Miðnámsútbúgvingarnar verður víst til  www.futura.fo

Kunnað verður eisini um Heilsuhjálparaskúlan, Vinnuháskúlan, Húsarhaldsskúlan, Háskúlan - www.skulin.fo  og um útbúgvingarmøguleikar í øðrum londum, Altjóða Skrivstovan. www.ask.fo   Onnur verða eisini boðin at hava kunnandi upplegg, um tíð er til tess. T.d. Politiið, Kriminalforsorgin, ALS, Arbeiðseftirlitið, umboð fyri eitt fakfelag, sum kunnar um fakfelagsarbeiði og umboð fyri eitt stórt arbeiðspláss, og greitt verður frá, hvør útbúgving krevst at arbeiða á júst tí arbeiðsplássinum.

Leinkju til so nógv skúlatilboð, sum til ber verður at finna á heimasíðuni seinni.


Eftirmeting av skúlaskifti frá 7. til 8. flokk
Næmingar úr øðrum skúlum, ið koma í 8. flokk á Kommunuskúlanum, útfylla eftirmetingarblaðið, sum er um trivnaðin í nýggja umhvørvinum. Flokslærarin og leiðslan verða kunnað um úrslitið og seta tiltøk í verk, um skúlaskiftið hevur verið trupult.

Umbýti og strikan av vallærugreinum í 8. og 9. flokki
Ynskir næmingur at umbýta og/eller strika eina av vallærugreinumum í 8., 9. og 10. flokki, skal viðkomandi saman við foreldrunum útfylla umbýti og strikan av vallærugreinum í 8. og 9. flokki”.

Samstarv
Skúlavegleiðarin samstarvar við flokslæraran, sum framvegis hevur ábyrgdina av sambandinum við heimið. Á fyrsta árliga foreldrafundi upplýsir flokslærarin um skúlavegleiðaraskipanina, um møguligt luttekur skúlavegleiðarin á foreldrafundi í 7. fl.

Skúlavegleiðarin samstarvar eisini við heilsusjúkrasystrina, serráðgevan og arbeiðsmarknaðin